* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av 233 tangaskipum hjá danska tangaskipareiðarínum, Hafnia.

Hafnia yvirtekur nú Chemical Tankers INC við einum serligum sáttmála, har Oatree fer at eiga gott og væl 20 prosent av Hafnia, og samstundis veksur flotin hjá Hafnia upp í 233 útvinslu- og kemikaliutangaskip.

 

Danski miðilin Søfart skrivar, at stóra danska tangaskipareiðaríið, Hafnia, sum er ein partur av BW Group í Singapor, yvirtekur restina av partabrøvunum í Hellerup-reiðarínum, Chemical Tankers Inc., sum millum onnur Oaktree Capital Management eigur.

 

Yvirtøkan merkir samstundis, at Hafnia yvirtekur 32 nútímans tangaskip, og floti teirra kemur soleiðis upp í 233 tangaskip.

 

Nú er Hafnia sostatt vorðið heimsins størsta tangaskipareiðarí, skrivar Søfart.

 

Hafnia skrivar í tíðindaskrivi, at talan er um seks 49.000 dwt tangaskip, sum eru smíðað í Suðurkorea í 2015 og 2016. 18 tangaskip eru í støddini 38.000 dwt, eisini smíðað í Suðurkorea í 2015 og 2016. At enda er talan um 8 tangaskip í støddini 25.000 dwt, sum vóru smíðað í Japan í 2016 og 2017.

 

Kelda: Hafnia/Søfart