* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hækkandi rentubyrður síggjast aftur í roknskapunum hjá fnógvum reiðaríum.

Hækkandi rentubyrða tyngir skipaeigarar

Ímeðan kostnaðurin á kapitali í bankunum hækkar, tyngjast serliga reiðaríir við stórari skuld - eisini av einari hækkandi rentubyrði.

Ein hækkandi rentubyrða byrjar at síggjast aftur í roknskapinum hjá skipaeigarum og reiðarum, sum hava stóra skuld í kapitalkrevjandi shipping-ídnaðinum.

 

Sambært Drewry fer sonevnda Libor-rentan, sum er kend fyri síni stuttskygdu rentustig, at hækka upp aftur skjótari seinni í 2018.

 

Í 2015 var tríggjar mánaðar Libor-rentan (USD) 0,54 prosent hækkandi til 1,61 prosent tvey ár seinni í desember í 2017.

 

Libor-rentan hækkar, meðan kostnaðurin á kapitali í bankunum eisini hækkar orsakað av nýggjum krøvum til kapitalin hjá bankum. Samstundis er talið á shippingbankum minkað munandi, skrivar Drewry.

 

Libor-rentan hækkar altso, samstundis sum kostnaðirnir uppá kapitalfyriskipan hækka.

 

Kelda: Shippingwatch