* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hækkandi rentubyrða tyngir skipaeigarar

Ímeðan kostnaðurin á kapitali í bankunum hækkar, tyngjast serliga reiðaríir við stórari skuld - eisini av einari hækkandi rentubyrði.

 

Ein hækkandi rentubyrða byrjar at síggjast aftur í roknskapinum hjá skipaeigarum og reiðarum, sum hava stóra skuld í kapitalkrevjandi shipping-ídnaðinum.

 

Sambært Drewry fer sonevnda Libor-rentan, sum er kend fyri síni stuttskygdu rentustig, byrja at hækka upp aftur skjótari í 2018. Í 2015 var tríggjar mánaðar Libor-rentan (USD) 0,54 prosent hækkandi til 1,61 prosent tvey ár seinni í desember í 2017.

 

Libor-rentan hækkar, meðan prísurin á kapitai í bankunum er skiftandi orsakað av nýggjum krøvum til kapital. Samstundis er tali á shippingbankum minkað munandi, skrivar Drewry.

 

Libor-rentan hækkar, meðan kostnaðirnir uppá kapitalfyriskipan hækka.

 

Kelda: Shippingwatch