* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hægsti oljuprísur í tvey ár

Oljuprísurin fór lutfalsliga nógv upp seinnapartin í gjár og hækkaði við heilum tveimum dollarum fyri tunnuna eftir nøkrum tímun. Í gjárkvøldið kostaði ein tunna av Norðsjóvaroljuni Brent 64,41 dollarar, áðrenn hann fall eitt sindur aftur.

Um níggju-tíðina í gjárkvøldið var prísurin 64,05 dollarar fyri tunnuna. 

Hetta er hægsti oljuprísur síðani juni 2015.

Brent byrjaði árið við 54 dollarar fyri tunnuna og var heilt niðri á 44 dollarum í summar. Síðani tá er hann hækkaður munandi, helst tí at oljugoymslurnar kring heimin eru farnar at tømast, og orsakað av ófriði í Miðeystri og aðrastaðni í heiminum.

Oljupríshækkingin í gjár kom eftir fleiri tíðindi um politiskar hendingar í Saudiarabia, har millum annað fleiri týðandi persónar eru handtiknir fyri korrupsjón.

Vandin fyri, at stígur kann koma í oljuframleiðsluna í Saudiarabia, er øktur eftir hetta.

Kelda: e24.no