* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hægri gjøld og synergi-virknaður frá samanleggingini við UASC hevur gjørt sítt til, at Hapag Lloyd kemuyr út við einum so góðum úrsliti 3. ársfjórðing í ár.

Hægri gjøld tvífalda avlopið hjá Hapag Lloyds

Avlopið hjá Hapag Lloyd meira enn tvífaldaðist 3. ársfjórðing í ár orsakað av hægri gjøldum og meira farmi. Synergi-virknaðurin eftir samanleggingina við UASC gjørdi eisini sítt til. Yvirskotið hækkaði við 119 prosentum í mun til sama tíðarskeið í 2017.

 

- Vit hava sæð eina jaliga gongd 3. ársfjórðing í ár og endaðu eisini við einum jaligum samtaksúrsliti. Meira farmur, synergi-virknaðurin frá samanleggingini við UASC saman við hægri gjøldum er orsøkin til góða úrslitið, sigur Rolf Habben Jansen, forstjóri í Hapag Lloyd.

 

Týska bingjureiðaríið bókaði eina nettoinntøku upp á 113,4 milliónur evrur. Tað vóru 61,6 milliónir evrur meira enn nettoavlopið upp á 51,8 milliónir evrur sama ársfjórðing í 2017.

 

Umsetningurin var 8,5 prosent hægri enn fyri einum ári síðani.

 

Kelda: Maritime Danmark