* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kvívíkingurin, Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, er í dag ríkasti reiðarin í Danmark. Ognir hansara verða mettar til 2,6 milliardir krónur.

Tveir reiðarar við uppsjóvarskipum eru millum 100 tey ríkastu í Danmark, annar teirra er kvívíkingurin, Gullak Madsen, sum eigur reiðaríið Ruth í Hirtshals.

 

Tað er danska blaðið Søfart, sum hevur hesi tíðindi.

 

Blaðið skrivar, at Gullak Arngrimsson Madsen við reiðarínum Ruth og Henning Kjeldsen við reiðarínum Gitte Henning, báðir eru komnir á listan við 100 teimum ríkastu. Teir hava yvirhálað Kristian Barslund Jensen við Ocean Prawns, sum fleiri føroyingar sigla við, og sum í nógv ár hevur verið ríkasti reiðarin í Danmark.

 

Blaðið veit at siga, at ognirnar hjá Gullaki Madsen í dag hava eitt virði upp á 2,6 milliardir krónur. Hann er sostatt ríkasti reiðarin í Danmark í dag, og liggur sum nummar 75 á topp-100 listanum.

 

Kelda: Søfart