
Guðrið E. Johansen rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í
mentamálum, hevur gjørt av at seta Guðrið E. Johansen í starvið sum rektari í
Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá 1. februar 2019 at rokna.
Guðrið
E. Johansen er 43 ára gomul og er cand.scient. í geofysik frá Københavns
Universitet í 2004. Harumframt hevur hon lisið geografi sum hjáfak og tikið
námsfrøðiliga útbúgving til miðnámsskúla í alisfrøði og geografi (pedagogikum).
Í løtuni er hon eisini í gongd við at lesa hjánám í støddfrøði á
Fróðskaparsetur Føroya.
Guðrið
E. Johansen hevur arbeitt sum studentaskúlalærari í gott 10 ár eitt nú
bæði í Norra, Grønlandi og Føroyum.
Seinastu
árini hevur Guðrið E. Johansen starvast í Miðnámsskúlanum í Suðuroy sum lærari,
umframt at hon hevur røkt ávísar umsitingarligar uppgávur har í 2 ár.
Kelda: Mentamálaráðið