* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grikst oljutangaskip.

Griksk áhugamál vatna revsipakka út

Munadygt lobbyvirksemi, serliga úr Grikkalandi, sum eigur slakan triðing av heimsins tangaskipaflota, hevur fingið ES-kommissjónina at pilka flutning av russiskari olju til 3. lond úr revsiátakspakkanum, sum Kommissjónin framvegis hevur trupulleikar at fáa samtyktan.

 

Sætti revsitiltakspakkin mótvegis Russlandi inniheldur framvegis innflutningsbann av russiskari olju til limalondini, og tað var eisini ætlanin, at ES-skrásett skip skuldu hava forboð móti russiskum oljuflutningi til 3. lond.

 

Men tað gjørdist eftir øllum at døma ov nógv fyri Grikkaland, sum hevur ræðið á 30 prosentum av øllum heimsins tangaskipaflota, sambært grikska Landsreiðarínum, og 15 prosent av øllum kemikaliuskipum. Saman við Malta og Kýpros er tað eftir øllum at døma eydnast at fáa pilkað flutningsbannið til 3. lond úr pakkanum.

 

Tað krevur einmælta samtykt millum tey 27 ES-londini at samtykkja revsitiltakspakkan. Og her er Ungarn framvegis ein forðing. Forsetin landsins, Victor Orban, segði um vikuskiftið, at fyri Ungarn vildi eitt fullkomið bann mótið oljuinnflutningi úr Russlandi verið at mett við eina kjarnorkubumbu.

 

Kelda: Maritimedanmark