* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skip við skrubbara.

Hækkandi prísirnir á bunkarolju hevur økt prísmunin millum tað dýra brennievni við lágsvávulinnihaldi og ta bíligaru, vanligu bunkaroljuna við nógvum svávulinnihaldi, og tað er altso ein fyrimunur fyri tey skip, sum sigla við skrubbarum.

 

Tað skrivar Sea-Intelligencee.

 

Seinasti prísútviklingurin á bunkarolju ger roknistykkið betri fyri tey skip, sum sigla við roykreinsarum, skrubbarum, og á vanliga marknaðinum við bunkarolju við høgum svávulinnihaldi, metir Sea-Intelligence.

 

Sambært greiningarfyritøkuni hevur prísmunurin ligið støðugur umleið 100-110 dollarar fyri tonsið í tíðarskeiðnum frá mars til september í ár við einum miðal upp á 107 dollarar fyri tonsið higartil í ár.

 

- Men í oktober og november 2021 er prísmunurin broyttur til eitt nýtt stig, og fyri desember hevur munurin ligið á 141 dollarum fyri tonsið, skrivar Sea-Intellegene.

 

Slakur triðingur av øllum skipum hava roykreinsarar fyri at kunna sigla við vanligari bunkarolju.

 

Kelda: Shippingwatch