* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Greenpeace forðar russiskum tangaskipi at sleppa í havn

Aktivistar hjá Greenpeace hava forðað russiska tangaskipinum Ust Luga at lossa olju við Esso-farstøðina í Oslo-fjørðinum. Atgerðarfólkini mæla norsku myndugleikunum at banna russiskum oljuinnflutningi og vilja hava Esso at bróta sáttmálan við Russland.

 

Greenpeace-atgerðarfólkini hava siglt út til russiska skipið og hava bundið gummibátin, tey sigldu í, fast í akkersketuna hjá russiska skipinum, so tað ikki sleppur til bryggju.

 

Ust Luga hevur sambært Greenpeace 95.000 tons av flúgvarabrennievni í skipinum, og virðið á brennievninum liggur um 116 milliónir dollarar. Útgerðarfelag hjá Ust Luga er Novatek, sum er næststørsti natúrgass-framleiðarin í Russlandi. Størsti partaeigarin er oligarkurin Leonid Mikhelson.

 

- Olja er ikki bara rótin til veðurlagskreppuna, men eisini til kríggj og ósemjur. Tað skelkar meg, at Noreg skal vera fríhavn fyri russiska olju, sum vit vita fíggjar kríggið hjá Putin, sigur Frode Pleym, sum er leiðari hjá Greenpeace í Noregi.

 

Noreg hevur ikki sett havnarstongsul í gildi fyri russisk skip enn.

 

Kelda: Greenpeace/Maritimedanmark