* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Goldman Sachs væntar ein oljuprís upp á meira enn 80 dollarar

Amerikanski íleggingarbankin Goldman Sachs væntar, at oljuprísurin næsta hálva árið fer upp um 80 dollarar, skrivar Bloomberg. Eitt støði, oljuprísurin ikki hevur verið á í fýra ár.

Tað er eftirhondini langt síðani, at prísurin á eini tunnu av norðsjóvarolju var niðri á 27 dollarum.

Eitt sindur meira enn trý ár eftir januar 2015, er prísurin upp i á 69,79 dollarum.

Men prísurin steðgar ikki her, metir amerikanski íleggingarbankin Goldman Sachs, skrivar Bloomberg.

Her siga tey, at prísurin saktans kann fara upp á 82,5 dollarar fyri tunnuna næsta hálva árið.

Næstu tríggjar mánaðirnar fer prísurin at liggja um 75 dollarar, er nýggja metingin.

Frammanundan varð roknað við einum oljuprísi upp á 62 dollarar.

Við nýggju prísmetingunum fylgir Goldman Sachs rákinum, sum hevur verið millum fleiri stórbankar í seinastuni við hægri vónum til oljuprísin í framtíðini.

Morgan Stanley upplýsti fyri Bloomberg herfyri, at prísurin fer at toga seg upp á 75 dollarar í ár, meðan JP Morgan heldur, at 78 dollarar kunnu røkkast við at tátta í oljuframleiðsluna á marknaðinum.

Oljuprísurin er ikki farin upp um 80 dollarar síðani 2014.

Kelda: shippingwatch.dk