* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Holvda bilaflutningsskipið, Golden Ray.

Eftir nógvar seinkingar er velduga farið, VB10000, farið í gongd við at saga suðurkoreiska bilskipið, Golden Ray, sundur. Skipið koppaði nærindis Brunswick á amerikonsku eysturstrondini 9. september í fjør.

 

VB 10000 er útgjørt við einari diamantketu, tað er ein keta, sum er klødd við diamanti. Hendan ketan skal saga Golden Ray í átta petti, sum skulu lyftast yvir á prámar og flytast inn á eina upphøggingar skipasmiðju.

 

200 metrar langa bilskipið hevði stutt frammanundan, at tað koppaði, verið í havnini í Brunswick, og hevði kós móti Baltimore.

 

Manningin umborð, 24 í tali, var stødd umborð, tá skipið koppaði. Øll manningin slapp frá vanlukkuni á lívi, men fýra teirra vórðu ikki bjargað fyrr enn eitt samdøgur seinni. Hesa tíðina vóru tey stødd inni í einum “lumma” í skrokkinum.

 

Umborð á bilflutnings-skipinum eru 4.000 bilar. Skipið kundi annars taka 7.000 bilar íalt.

 

Grundin til vanlukkuna verður framvegis kannað.

 

Kelda: Maritime Danmark