* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Áhoyrarar á valfundinum í Vinnuháskúlanum.

Góður valfundur á Vinnuháskúlanum

Í gjár, mikudagin, skipaði áhugafelagið Antares fyri politiskum valfundi á Vinnuháskúlanum í Havn. Umboð fyri allar flokkar, sum royna at sleppa í tingið, vóru møtt. Evnini vóru slík, sum onkursvegna hava við sjómenn og sjóvinnuna at gera.

 

Áðrenn politikararnir sluppu til orðanna, hevði formaðurin í Antares, Dánjal Jákup Meinertsson, orðið. Hann vísti fyrst á, at Antares tekur sær av málum, sum detta niður ímillum ella við síðurnar av arbeiðinum hjá fakfeløgunum. Síðani vísti hann á, hvussu stórur partur av samlaðu arbeiðarafjøldini eru fólk, sum eru komin út við prógvum frá Vinnuháskúlanum, tað eru skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar.

            - Talið á útisiglarum var í 2014, sum eru seinastu tølini, vit hava, 2500. Talið kann vera eitt sindur minkað í sambandi við afturgongdina í frálandavinnuni fyri nøkrum árum síðani, men talið er ikki nógv broytt, tí fleiri teirra, sum mistu arbeiðið í frálandavinnuni tá, hava fingið arbeiði við fóðurbátum, bátum, sum sigla við biomassa, og so framvegis.

- Tit, sum koma við prógvi av Vinnuháskúlanum, eru so fleksibul, at tit fáa altíð arbeiði onkunstaðni, segði Dánjal Jákup Meinertsson.

 

Røkka breitt geografiskt

Formaðurin í Antares vísti eisini á, hvussu breitt føroysk sjófólk røkka geografiskt, og hann tók støði í sær sjálvum.

            - Meginpartin av 2017 arbeiddi eg í Angola – eg ferðaðist aftur og fram millum Norðoyri og Angola. Við endan á tí árinum var eg í Libya. Seinni í 2018 var eg í Avstralia og arbeiddi. Í februar í ár var eg umborð á einum báti í Trinidad, sum hevði onkrar uppgávur í Surinam, og tann túrin endaðu vit við Bjarnoynna, og vit fóru í land í Tromsø. Nú skulu vit til Senegal og síðani til Namibia. Og allastaðni møtir tú føroyingum, segði Dánjal Jákup Meinertsson.

            Hann vísti nú á, at tað eru politikararnir, løgtings- og landsstýrisfólk, sum í sínum arbeiði hava syrgt fyri, at alt hetta ber til. At sjómenn yvirhøvur tíma at ferðast aftur og fram til fjarskotin lond, sigla millum sjóránarar, sigla í ovurheitum økjum út fyri Afrika - og køldum økjum sum Alaska.

            - Fortreytirnar eru skaptar á Føroya løgtingi, og tí hava vit ein so ovurstóran arbeiðsmarknað geografiskt, segði hann.

 

Rættartrygd

Umboðini fyri politisku flokkarnar søgdu seg vilja gera alt, fyri at tryggja, at Vinnuháskúlin eisini í framtíðini fær neyðugar umstøður at útbúgva fólk til altjóða uppgávur. Onkur í panelinum vísti á tað neyðuga, ikki at fara at broyta útbúgvingarnar soleiðis, at tær ikki longur verða altjóða viðurkendur.

            Semja var millum fundarluttakararnar um, at tað er av stórum týdningi, at almennir stovnar svara, tá kærustovnar hava gjørt úrskurð. Antares hevur nevniliga fleiri dømi um, at stovnar ikki lata við seg koma í málum, sum hava týdning fyri útisiglarar, og tí er trupult at koma víðari.

            Politikararnir lovaðu eisini at syrgja fyri, at rættartrygdin hjá øllum útisiglarum verður dagførd, soleiðis at hon er á sama stigi sum í hinum Norðurlondum.

            Talan var sum heild um ein góðan og viðkomandi valfund á Vinnuháskúlanum hendan dagin.