* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Meðan avskiparar standa í bíðirøð at fáa flutt sítt góðs, kunnu teir staðfesta, at tað aftur er vorðið kostnaðarmiklari. World Container Index (WCI) vísir eina hækking upp á 42 prosent at flyta eina 40-fóts bingju úr Shanghai til Rotterdam – eftir bara einari viku.

 

Í dag kostar tað sambært WCI 6.503 US-dollarar at ferma eina 40-fóts bingju úr Shanghai til Rotterdam. Fyri bara einari viku síðan varð kostnaðurin 4.575 US-dollarar fyri at ferma eina 40-fótsbingju úr Shanghai til Rotterdam. Samanbera vit við somu tíð í fjør er talan um eina príshækking upp á 225 prosent, skrivar Lars Jensen, Sealnetintelligence Consulting, á Linkedin.

 

Ógvuliga høgi kostnaðurin kemur ikki minst væl við hjá Maersk og samstarvsfelaganum í 2M Alliance, MSC, sum taka sær av einum stórum parti av ferðsluni millum Ásia og Evropa.

 

Sambært fleiri sjóvinnu-miðlum eru dømi um, at kostnaðurin fyri eina 40-fóts bingju úr Ásia til Evropa er komin heilt upp í 10.000 US-dollarar.

 

Kelda: Maritimedanmark