* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Roknað verður nú við, at nýggja høvuðsfarleiðin hjá flóttafólkum um Miðjarðarhavið verður til Spania.

Gestaarbeiðarar og flóttafólk funnið nýggja farleið til Evropa

Leiðarin í Frontex, sum er stovnurin fyri landamørk, bjargingartænastu- og sjóverju í ES, sigur, at farleiðin frá Marokku til Spania kann gerast nýggja høvuðsfarleiðin fyri gestaarbeiðarar og flóttafólk, sum royna at koma til Evropa.

 

- Spania er landið, sum ørkymlar meg mest í løtuni, tá tað kemur til flóttafólkastreymin um Miðjarðarhavið, sigur leiðarin í Frontex, Fabrice Leggeri, við týska blaðið Welt am Sonntag sambært ShippingWatch.

 

Sambært tølum hjá IOM trífaldaðist talið av fólkum, sum komu upp á sponsku strondini í 2016 til umleið 22.000 í 2017.

 

Higartil eru flestu gestaarbeiðararnir og flóttafólkini, sum hava reikað um Miðjarðarhavið, komin til Italia og Grikkaland í royndini at sleppa til eitt ES-land.

 

Kelda: ShippingWatch