* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Northguider rendi uppá turt við Svalbard í desember 2018.

Gera nýggja roynd at burturbeina trolara við Svalbard

Bjargingarfelagið, SMIT Salvage, fer nú undir eina nýggja roynd at burturbeina trolaran, Northguider, sum rendi upp á turt í Hinlopen við Svalbard í desember 2018.

 

Hetta er fyrstu ferð, at royndir verða gjørdar at burturbeina skipsvrak so langt norðuri. Royndir vórðu eisini gjørdar í fjør, men tey vóru noydd at gevast við teimum royndunum, tí veður- og ísviðurskiftini vóru so vánalig.

 

Tað var 28. desember í 2018 at Northguider rendi upp á turt. Skipið varð seinni tømt fyri diesel, oljuframleiðslur, trol og eltøkni. Tí er ongin bráðfeingis umhvørvisvandi av vrakinum.

 

Men vrakið liggur í einum øki, sum er friðað, og sambært málunum, Noreg hevur sett fyri Svalbard, er tað av stórum týdningi at fáa vrakið burturbeint.

 

Ætlanin er at býta trolaran upp í smærri partar uppá umleið 5 tons hvør, sum síðan skulu lyftast yvir á lektarar og siglast burtur haðani.

 

Kelda: Skipsrevyen