* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Gera heimsins fyrsta metanol-ravmagns maskinu til Esvagt

Randersfyritøkan ‘Nordhavn Power Solutions’ skal handa eini heimstíðini til stóra og møguliga CO2-nevtrala SOV-nýbygningin, sum Esvagt bílegði í byrjanini av apríl í ár.

 

- Hetta er ein ógvuliga óvanlig loysn, sigur Jørk Rudolph, sølustjóri í Nordhavn Power Solutions.

 

Stórar broytingar eru í sjóvinnuni í hesum døgum, har fyritøkur, reiðarí og einstaklingar taka støðu til mongu Power-toX loysnirnar, sum skulu tryggja burðardygga sjóvinnu í framtíðini. Mærsk hevur boðað frá, at tey fara at leggja seg eftir at nýta metanol til komandi bingjuskip teirra.

 

Fleiri onnur reiðarí hava eisini fingið eyguni upp fyri metanol-framdráttarmegi til síni komandi skip.

 

Nú hevur ES-vagt eisini valt eina metanolgrundaða loysn til teirra nýggja og møguliga CO2-nevtrala SOV-ara (Service Operation Vessel), sum verður heimsins fyrsta “grøna” veitingarskip til frálandsvind.

 

Tað upplýsir Nordhavn Power Solutions.

 

Kelda: Søfart