* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Gamla sovjettiska reikferðaskipið, Marco Polo, skal nú upphøggast.

Marco Polo varð upprunaliga smíðaður til Sovjetsamveldið sum Alexandr Pushkin í 1965 á skipasmiðju í táverandi Eysturtýsklandi. Pláss var fyri 750 ferðafólkum, og tað fekk ein týdningarmiklan leiklut við at fáa harðan valuta úr vesturheiminum til Sovjetsamveldið. Nú er skipið á seinastu ferð síni – til Alang í India.

 

Skipið hevur roynt mangt og hvat, hetta 20.000 brt. stóra og gamla reikferðaskipið, sum varð smíðað sum ein klassiskur havsiglari. Tað var Baltic Steamship Company, sum setti skipið í sigling til USA. Spenningurin millum USA og Sovjetsamveldið førdi kortini skjótt til, at Alexandr Pushkin í staðin varð settur í eina rutu millum Stk. Pætursborg og Montreal við fleiri støðgum í ymsum havnum á vegnum.

 

Lítið útgjørda ferðafólkaskipið var bíligt at sigla við, og var tískil væl dámt á leiðini til USA. Her helt tað fram at sigla upp í sjeytiárini, hóast rutuflogførini annars langt íðan høvdu sett seg á meginpartin av marknaðinum.

 

Eftir tað sigldi Alexandr Pushkin sum reikferðaskip (krússkip) -  mangan kjartrað út til vesturlendsk feløg, og av og á brúkti stjórnin í Sovjetsamveldinum skipið, til Sovjetsamveldið smeltaði í 1990.

 

Í 1990 keypti hotell-risin, Gerry Herrod, skipið, og umbygdi tað í trý ár til eitt nútímans skip, áðrenn tað í 1993 varð sett í sigling hjá nýggja krúsreiðarínum, Orient Line, har ísstyrkta reikferðaskipið var eitt av fyrstu ferðafólkaskipunum, sum gjørdi túrar til Suðurpólin.

 

Eitt skifti átti eitt týskt reiðarí skipið, og tað var hetta reiðaríið, sum doypti skipið “Marco Polo”. Seinni keypti eitt enskt reiðarí skipið, og tá Marco Polo fór úr bretskari havn fyri seinastu ferð og setti kós gjøgnum Suez-veitina, hoyrdist, at skipið skuldi nýtast í Dubai. Men í staðin var skipið á seinastu ferð síni til Alang í India, har skipið skal høggast upp.

 

Kelda: Maritime Executive / Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RfowsV7rZsM]
Marco Polo í rulli.