* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Tað er ein ætlan hjá Flagship, sum seinni í ár verður veruleiki, tá heimsins fyrsti handilsliga rikni vetnis-prámurin verður settur í sigling í Seinen í Fraklandi. Prámurin skal eftir ætlan flyta plattar og bingjur millum ymisk støð fram við Seinen.

 

Eftirspurningurin eftir burðardyggari tøkni á evropisku áunum og veitunum er vaksandi.

 

- Sum part av Flagship-ætlanini fegnast vit um at slóða fyri í royndunum at minka um útlátið frá flutningi, og her kunnu vit vísa frálíku eginleikarnar við vetnis-sellum (brinti), sigur Matthieu Blanc, sum er stjóri í Compagnie Fluvial de Transport. Tað er hetta felagið, sum skal eiga prámin.

 

Horizon 2020 hjá ES hevur stuðlað ætlanini við 5 milliónum evrum. Hetta er grunnur, sum letur pening til gransking og menning, og burtur úr hesum peninginum skulu koma tveir vetnis-riknir prámar til ávikavist Fraklands og Noregs.

 

Kelda: Maritimedanmark