* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Turrlastskipið, Fulmar S, við bryggju í Chornomorsk í Ukraina.

Turrlastskipið Fulmar S er júst komið í Havn í ukrainska havnarbýnum Chornomorsk og er tilreiðar at lossa. Hetta er fyrsta farmaskipið, sum leggur at í ukrainskari havn, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina.

 

Hesum boðaði ukrainska samferðslumálaráðið frá sunnudagin.

 

Hetta er partur av avtaluni um, at farmaskip við korni skulu hava frítt at fara til og úr ukrainskari havn.

 

Leygardagin 7. august fór næsta skipafylgið við korni úr Ukraina, trý úr havnarbýnum Chornomorsk og eitt úr stóra havnarbýnum Odessa.

 

2. august váttaði Turkaland, at fyrsta skipið við korni úr Ukraina var komið í ukrainskan sjógv, síðan nýggju avtaluna millum Russland, Ukraina og ST, og sum varð undirskrivað í Turkalandi.

 

Ukrainski samferðsluráðharrin, Oleksandr Kubrakov, sigur, at tey rokna við at koma at lossa millum trý og fimm skip um dagin. 

 

Umleið 20 milliónir av korni liggja á goymslu í Ukraina, og roknað verður við, at ukrainar fara at megna at útflyta 2-3 milliónir tons um mánaðin.

 

Kelda: yahoo.com og maritimedanmark