* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferja hjá Forsea. Ferjan siglir millum Helsingør í Danmark og Helsingborg í Svøríki.

Fyri ferjur er ravmagn nú vorðið kostnaðarmiklari enn olja

- Grundað á hækkandi orkuprísir er tað í dag kostnaðarmiklari at sigla upp á ravmagn enn upp á olju, sigur Kristian Durhuus, sum starvast hjá reiðarínum Forsea, á Helsingør-Helsingborg-farleiðini. Og tað sigur stjórin við Helsingør Dagblad.

 

Oyrasundsferjurnar hjá Forsea eru ravmagnsriknar, men kunnu framvegis sigla upp á olju. Og ógvusligu príshækkingarnar á bæði ravmagni og olju merkjast í roknskapinum hjá reiðarínum.

 

- Veruleikin er tann, at ravmagn nú er vorðið kostnaðarmiklari enn diesel, men vit sigla kortini upp á ravmagn so nógv, sum vit yvirhøvur kunnu. Tað halda vit fast við, og vit halda eisini fast við rutuætlanina, júst sum hon er í dag. Eg veit væl, at millum annað fleiri flogfeløg steðga á. Tað hava vit ongar ætlanir um, og vit hava heldur ongar ætlanir um at hækka ferðaseðlaprísirnar – annað enn at fylgja við vanligu inflasjónini, í hvussu er í løtuni, sigur Kristian Durhuus við blaðið.

 

Hóast hækkandi orkupísir og eina koronupandemi, blómar bæði jaligheitin og umsetningurin í reiðarínum.

 

Kelda: Søfart