* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hendan marglætis-stuttleikabátin kanst tú leiga fyri 3,4 milliónir krónur um vikuna.

Fyri 3,4 milliónir kanst tú leiga stuttleikabát eina viku

‘Legend’ er bara eina av 14 marglætis-stuttleikabátum, sum tú kanst leiga í Noregi. Áhugin fyri slíkum marglætis-frítíðum er vaksandi.

 

‘Avanti’, ‘Legend’ og ‘Sea Falcon’ eru tríggir marglætis-stuttleikabátar, sum í løtuni eru í norskum sjógvi. Umborð tøssa ungir sjómenn berføttir fyri ikki at gera merkir í dúrkið. Annars eru teir hábærsligir í fínum klæðum við eyðkennismerkinum hjá stuttleikabátinum á búnunum.

        

Báturin er væl hildin, alt er blankt pussað, og manningin gongur við myrkum sólbrillum.

 

- Vitstu vit, hvør var umborð, so høvdu vit kortini ikki sagt tykkum tað, sigur Arnfinn Seim.

 

Sum oftast er talan um kend fólk uttan úr heimi, men endamálið er júst tað, at viðkomandi skal hava frið at halda frí.

 

Marknaðarførsla gevur úrslit

Felagið, Super Yacht Norway, hevur seinastu fýra árini marknaðarført Noreg sum ein alternativ til marglætisferðir í Karibia og Miðjarðarhavinum.

 

- Nú sær út til, at marknaðarførslan hevur givið úrslit. Áhugin er økjandi, og higartil í ár hava vit skrásett 14 marglætis stuttleikabátar í Noregi, og tað er tað sama sum alt 2017. Bátarnir koma vanliga higar úr Karibia og Miðjarðarhavinum, sigur Arnfinn Seim.

 

Ein av marglætis-stuttleikabátunum er ‘Legend’, sum júst nú er í norskum øki. Sambært Yacht Charter Fleet kanst tú leiga Legend fyri umleið 3,4 milliónir føroyskar krónur um vikuna.

 

Umborð á Legend kunnu 26 fólk gista í 13 kømrum, 2 VIP-kømrum og 4 tvímanskømrum.

 

Kelda: Skipsrevyen