* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farmaskipið, Golden Ray.

Fýra sjófólk bjargað úr holvdum skipi í USA

Fýra sjófólk, sum ikki vóru komin afturíaftur eftir at skipið, Golden Ray, holvdist, eru nú øll bjargað úr skipinum.

 

Fýra suðurkoreisk sjófólk, sum vóru fangað í einum holvdum farmaskipi út fyri Georgia í USA, vórðu bjargað mánadagin. Tað upplýsir amerikanska sjóverjan.

 

Fyrrapartin mánadagin hoyrdu bjargingarfólk, at onkur bankaði inni í skipinum, og tískil varð hol borða í skrokkin fyri at fáa útgerð inn til fólkini, sum vórðu fangað í holvda skipinum.

 

Bjargingarfólk hoyrdu bankini meira enn eitt samdøgur eftir, at skipið holvdist.

 

Seinnapartin mánadagin vórðu trý teirra bjargað, meðan fjórða fólkið varð bjargað tríggjar tímar seinni. Øll fýra hava tað eftir umstøðunum gott, og eru flutt á sjúkrahús til kanningar.

 

- Hetta er besti dagurin tey 16 árini, eg havi verið í hesum starvinum, sigur Lloyd Heflin, loytnantur og bjargingarleiðari, við AP-tíðindastovuna.

 

Farmaskipið, Golden Ray, holvdist sunnumorgunin.

 

20 av manningini vórðu bjargað stutt eftir, at skipið holvdist.

 

Farmurin umborð vóru 4.000 bilar, og skipið fekk slagsíðu sunnudagin, eftir at tað var farið úr havnini í Brunswick.

 

Bjargingarfólkini brúktu tyrlu í bjargingini. Málsligir trupulleikar vóru millum bjargingarfólkini og koreisku manningina, men endin var kortini góður.

 

Kelda: Shippingwatch/AP