* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av frálandsskipunum hjá Harvey Gulf, Harvey Energy.

Bretska Corvus Energy undirskrivar sáttmála við Wärtsilä upp á ravløð (battarí) til fýra frálandsskip hjá Harvey Gulf.

 

Corvus Energy hevur undirskrivað sáttmála við Wärtsilä upp á ravlaðskipan til fýra frálandsskip, sum arbeiða fyri reiðaríið, Harvey Gulf, í Lousiana.

 

Bíleggingarnar eru gjørdar eftir sera væl eydnaðar royndir frá fyrsta ravlaðs-hybrid LNG-skipinum í USA, boripall-frálandsskipinum, Harvey Energy.

 

Stjórin í Harvey Gulf, Shane Guidry, sigur, at kundar og íleggjarar í alt størri mun krevja orkueffektivisering og minking í útláti.

 

- Fyri okkum verða hesi skipini avgerandi fyri, um vit skulu hjálpa kundum okkara at røkka null-útlátinum. Og vit fara at halda fram at gera íløgur í tøkni, sum fer at hjálpa teimum á mál, sigur Guidry.

 

Tey fýra frálandsskipini fáa tvær ravlaðsskipanir hvørt upp á 745kWh, sum gevur teimum møguleika at arbeiða við bara einum motori og ravlaði. Tað fer eisini at minka um útlátið frá oljunýtslu.

 

Tey fýra PSV-skipini, Harvey Liberty, Harvey Power, Harvey Freedom og Harvey America verða væntandi sett í rakstur tíðliga í 2022 – eftir at hava fingið ravløð ísett.

 

Kelda: Skipsrevyen