* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fullkomið stríð er millum Noreg og ES um toskakvotu við Svalbard. (Mynd: Store Norske)

Noreg góðtekur ikki, at ES hevur sett egnar kvotur í fiskiverndarøkinum við Svalbard.

 

ES hevur skrivað sær sjálvum eina kvotu upp á 28.431 tons av toski í økinum. Tað metir Noreg vera álvarsamt, sigur Odd Emil Ingebrigtsen, fiskimálaráðharri.

 

- Noreg mótmælir eintáttaðu kvotuásetingina. Slík framferð kann als ikki góðtakast. Sæð út frá Havrættinum, er hetta beinleiðis í stríð við norska yvirvaldsrættin í økinum, tí tað eru bara norskir myndugleikar, ið kunnu luta ES fiskakvotur í hesum økinum. Eg havi tískil gjørt púra greitt fyri ES, at ein og hvør fiskiskapur, sum Noreg ikki hevur veitt kvotur til, er ólógligur, og verður handhevjaður av Sjóverjuni, sigur ráðharrin.

 

Hósdagin í farnu viku hitti norski fiskimálaráðharrin fiskivinnukommisserin í ES, Virginijus Sinkevicius.

 

Noreg hevur tillutað ES 17.885 tons. Norska blaðið, VG, skrivar, at søgulig tøl fyri fiskiskapin hjá bretum við Svalbard ikki longur liggja sum grund fyri kvoturnar hjá ES, eftir at bretar fóru úr Evropasamveldinum.

 

Í januar vórðu norsk fiskifør annars útihýst frá bretskum sjógvi, tí sáttmálarnir teirra millum var ikki komin upp á pláss.

 

Um lagt er upp til eitt nýtt toskakríggj, fer tíðin at vísa.

 

Kelda: VG