* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Venjingar hjá danska froskmannaherliðnum.

Nú verður kannað, um talan var um vinartænastur, tá danska Froskmannaherliðið keypti motorbátar fyri milliónir.

 

Var talan um vinartænastur, tá Froskmannaherliðið keypti nýggjar milliónadýrar motorbátar frá einum vini hjá froskmannabossinum?

 

Tað er danski herdómurin (Forsvarets Autidørkorps), sum kannar málið, og tað er danska blaðið Søfart, sum hevur tíðindini frá Berlingske. Og danski herdómurin váttar eisini at arbeiða við málinum.

 

Málið snýr seg um nakrar motorbátar, sum kostaðu 27 milliónir krónur, og sum skulu nýtast til hernaðarlig endamál,.

 

Tað var Copenhagen Global, sum Jeppe Handwerk eigur, ið seldi bátarnar. Jeppe Handwerk er gamal froskmaður og er haraftrat vinmaður Jens Birkebæk Bach, sum er leiðari fyri Froskmannaherliðið.

 

Og tað er júst leikluturin ha Jens Birkebæk Bach, sum verður kannaður.

 

Spurningurin er, hvussu víst tað er, at júst Copenhagen Global hevði bestu bátarnar. Berlingske skrivar, at innanhýsis í donsku verjuni var ynski um at keypa bátarnar frá amerikanska, Cummins.

 

Bátarnir eru sonevndir RHIP-bátar. Hetta er eitt slag av gummibátum, har skrokkurin verður blástur upp, men har sjálvur báturin er stívaður av.

 

Berlingske skrivar, at herurin serliga nýtir bátarnir í átakinum móti sjórænarum í Vesturafrika.

 

Kelda: Berlingske / Søfart