* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Helge Ingstad á seinastu ferð síni - til upphøggingar.

Oyðilagda norska fregattin, Helga Ingstad, sigldi fyrrapartin í gjár seinastu fjórðingarnar úr Bergen til Hanøytangen á Askoy, har skipið skal høggast upp hjá Norcrap Wes As. Kostnaðurin verður 60 milliónir norskar krónur.

 

Seinasta ferðin varð gjørd 2 ár og 3 mánaðir eftir at herskipið rendi saman við tangaskipið, Sola TS, í Hjeltefjørðinum hin 8. november í 2018 – og sakk.

 

Fleiri skip fylgdu sleipinum teir 6,5 kilometrarnar til Norcrap, og eingir trupulleikir vóru av sleipinum.

 

Eftir at fregattin varð tikin upp av botni, varð staðfest, at tað ikki fór at loysa seg at umvæla skipið. Í staðin eru meira enn 2.500 einstakir lutir tiknir av herskipinum, og nú verða hesir eykalutirnir nýttir til hinar fýra fregattirnar í Noregi.

 

Upphøggingin byrjar ikki fyrr enn einaferð í august, og verður ætlandi liðug seinast í árinum.

 

Kelda: Maritimedanmark