* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Virðið á partabrøvunum hjá Kjell Inge Røkke í Aker er hækkað við 2,2 milliardum krónum seinastu vikuna.

Forvunnið 2,2 milliardir seinastu vikuna

Virðið á partabrøvunum hjá norska milliarderinum, Kjell Inge Røkke, eru hækkað nógv á keypsskálanum í Oslo seinastu vikuna.

 

Norska Finansavisen skrivar, at partabrøvini hjá Kjell Inga Røkke í Aker eru hækkaði við 2,2 milliardum føroyskum krónum seinastu vikuna. Í prosentvirði eru tey hækkað við 8,36 prosentum ella við 56 norskum krónum fyri hvørt partabræv. Týsdagin var virðið á einum partabrævi 726 norskar krónur.

 

Virðisøkingin merkir, at partabrøvini hjá Røkke í Aker í miðal eru hækkað við 277.777 norskum krónum um minuttin hesa seinastu vikuna.

 

Tað er oljuprísurin, sum hevur ávirkað virðið á partabrøvunum í Aker mest. Týskvøldið (í gjár) kostaði ein tunna av norðsjóvarolju 81,70 dollarar fyri tunnuna. Tað er tað mesta í fýra ár.

 

Aker eigur 40 prosent av oljufelagnum Aker BP, sum seinastu vikuna er hækkað við 10 prosentum á keypsskálanum í Oslo.

 

Kelda: e24.no