* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hevur valt at gevast 1. september í ár, tá hann fer í nýtt starv.

1. september í ár verður seinasti arbeiðsdagur hjá Ólavi Gunnarsson sum formaður í Maskinmeistarafelagnum. Tá fer hann nevniliga í starv sum innkeypsleiðari hjá skipasmiðjuni MEST.

 

Ólavur Gunnarsson varð valdur til formann í Maskinmeistarafelagnum hin 24. mars í 2018, og hann hevur sostatt verið formaður felagsins í hálvfimta ár, nú hann fer úr starvinum. Hann tók við formansstarvinum eftir Páll J. Hansen, sum ikki stillaði uppaftur í 2018.

 

Ólavur Gunnarsson hevur áður sagt, at hann altíð hevur verið fakfelagsmaður um ein háls, og hann er eisini tiltikin fyri at vera góður samráðingarmaður, greiður og beinrakin, einki roks.

 

Nú hevur formaðurin so gjørt av at siga sessin frá sær í úrtíð og fer at royna nýggjar leiðir. 

Hann sigur í samrøðu við Blue Faroe Islands, at Mest er eitt stórt, nútímans arbeiðspláss við nógvum og sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. 

 

- So tá eg fekk boðið starvið sum innkeypsleiðari hjá teimum, helt eg tað vera eina ov spennandi avbjóðing at lata fara aftur við borðinum. Men sjálvandi hevur tað kravt drúgva og gjølliga umhugsan. 


-
 Eg eri fakfelagsmaður, og at verða valdur formaður í fakfelag sínum er eitt stórt álit, sum eg havi ógvuliga stóra virðing fyri. Hinvegin havi eg ongantíð hildið, at formansstarvið eigur at vera eitt lívstíðarstarv. Tað ber altíð til at kjakast um, nær rætta løtan at gevast er, men eg haldi, at fyri meg er hon nú. Eg eri 58 ára gamal, so tað sigur seg sjálvt, at tað fer neyvan at verða títtari ímillum tilboðini um slík størv, sum hetta hjá Mest,frameftir, sigur Ólavur Gunnarsson við Blue Faroe Islands.

 

Kelda: Antares og Blue Faroe Islands