* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fólkatingið samtykkir broyting í DIS-lógini

Fólkatingið hevur júst samtykt eitt lógaruppskot, sum víðkar DIS-skattaskipanina viðvíkjandi sjófólkum við fleiri serskipum í frálandsvinnuni. Samtykta broytingini í DIS-lógini er ein longjan av víðkanini av DIS-skattaskipanini í vár.

 

Við samtyktu broytingini ber til at gera kollektivar sáttmálar við donsk fakfeløg, um viðvíkja sjófólki, ið arbeiða umborð á serskipum, uttan mun til hvørjum landi, sjófólkið býr í. Hetta er galdandi, tá skipini í høvuðsheitum arbeiða í donskum sjóøki og á danska landgrunninum.

 

DIS-skattaskipanin merkir, at reiðarí kunnu utgjalda skattafría nettohýru til sjófólk. Víðkanin í DIS-skattaskipanini merkir, at skipanin eisini verður galdandi fyri sjófólk á nógvum serskipum í frálandsvinnuni.

 

Víðkanin kemur í gildi, tá Evropa-kommissjónin hevur góðkent hana. Roknað verður við, at lógarbroytingarnar koma í gildi í 2019.

 

Kelda: Maritime Danmark