* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sleipibátur togar stórt LNG-skip gjøgnum Panamaveitina.

Ov nógv ferðsla í Panamaveitini seinkar LNG-skipum at sleppa ígjøgnum, og roknað verður við, at fløskuhálsurin fer at vara gjøgnum alla hesa vetrartíðina, tá eftirspurningurin er størstur. Leiðslan í Panamaveitini roynir at gera broytingar, so at trupulleikin verður loystur.

 

Í desember noyddust LNG-skip úr USA á veg til Ásia at bíða í upp til tvær vikur, áðrenn tey komu ígjøgnum veitina. Myndugleikarnir siga í einum telduposti við Reuters, at bíðitíðin nú er komin niður í helvt, tað er niður í eina viku bíðitíð.

 

LNG-skip kunnu nú bíleggja tvey pláss 15 dagar áðrenn fráferð í staðin fyri eitt pláss sum higartil.

 

Handilsfólk og greinarar siga, at roknast má við ov nógvari ferðslu og bíðitíð út í mars mánað fyribils, tá hitin á norðaru hálvkúlu hækkar, og eftirspurningurin eftir olju til hiting minkar.

 

Amerikanskir útflytarar siga annars, at í ringasta føri kunnu teir senda LNG-skipini suðurum Suðurafrika, fyri at nøkta stóra tørvin eftir LNG í Ásia, men tað tvífaldar siglitíðina. Og sovorðið royna LNG-skip vanliga at sleppa undan.

 

Kelda: gCaptain