* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
USS Gerakd Ford er nú tilreiðar at fara í bardaga, um tað skal vera.

Seks ár seinkaður og 18 milliardir krónur dýrari enn ætlað er flogberin, USS Gerald R. Ford, endiliga tilreiðar til bardaga.

 

Hóast amerikanski flogberin, USS Gerald Ford, hevur staðið liðugur í fleiri ár, hava trupulleikar við lyftuskipanini, sum skal lyfta granatir fram til kanónirnar, elvt til so stórar trupulleikar, at skipið ikki kundi góðkennast – hvørki til venjing ella bardaga.

 

Men nú eru lyfturnar ílagi, og skipið er góðkent bæði til bardaga og til venjingar, skrivar gCaptain.

 

Við einum prísi upp á 13,3 milliardir dollarar í alt - ella umleið 87 milliardir krónur er talan um kostnaðarmesta flogberan í søgu USA.

 

Tá skipið varð handað í 2017, riggaði eingin av lyftunum, og síðan hevur tað víst seg at vera munandi truplari at fáa tær at rigga, enn upprunaliga hildið.

 

USS Gerald Ford hevur kortini verið til sjós, og í mars í fjør sigldi skipið tvørturum Atlantshavið.

 

Kelda: Søfart