* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri ferðafólk koma til Grønlands í summar, serliga við reikferðaskipum.

Fleiri reikferðaskip til Grønlands

Vertíðin við reikferðaskipum í Grønlandi varð skotin í gongd, tá nýggja reikferðaskipið, Le Commandant Charcot, kom til Tasiilaq 3. mai. Vit hava havt eina menning á ferðavinnuøkinum, sigur varastjórin í Visit Greenland.

 

Í løtuni verður roknað við 462 ferðum, sum reikferðaskip fara at gera til Grønlands í summar. Talið á reikferðakomum í fjør var 388, men hesar gjørdust jú ikki veruleiki orsakað av koronufarsóttini.

 

Tað vekir uppmerksemi í ferðavinnuni, at fleiri reikferðaskip koma til Grønlands í ár.

 

- Talan er um 30 til 45 reikferðaskip, sum skulu til Grønlands. Vit vænta, at talið av fráboðaðum komum fer at vera á hædd við metárið 2019. Orsakað av mongu avlýsingunum seinastu tvey árini grundað á koronufarsóttina, eru tað so mikið fleiri reikferðaskip, ið ætla til Grønlands í summar, sigur varastjórin í Visit Greenland, Mads Daniel Skifte.

 

Tískil hevur grønkendska ferðavinnan fyrireikað seg serliga væl til reikferðasesongina í ár.

 

 Hóast koronufarsóttina hevur grønlendska ferðavinnan ment seg seinnu árini, og operatørarnir hava ment fleiri møguleikar fyri reikferðagestunum.

 

- Fleiri tilboð eru komin á marknaðin, tí undir farsóttini vóru tilboð stáplað upp á beinini, sum málrættað vendu sær til grønlendingar, og hesi tilboð kunnu í dag eisini veitast gestunum við reikferðaskipunum – og sjálvandi eisini øðrum ferðafólkum, ið koma til Grønlands. Til dømis ber til at fara túrar í Nuuk at eyðgleiða norðlýsið, sigur varastjórin í Visit Greenland.

 

Kelda: SermitsiaqAG



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Ou-n1P60R58]
Sjónbandamyndir av reikferðaskipinum, Le Commandant Charcot, í Eysturgrønlandi 2022.