* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heðin Mortensen verður aftur borgarstjóri í høvuðsstaðarkommunini.

Valluttøkan lá sum heild um 80 prosent – í fleiri støðum 90 prosent – á kommunuvalinum í gjár, og longu nú er greitt, at fleiri nýggir borgarstjórar fara at manna størru kommunurnar komandi árini.

 

Í høvuðsstaðnum gjørdist Javnaðarflokkurin - við Heðini Mortensen á odda - stóri vinnarin á kommunuvalinum í gjár. Borgarstjóraflokkurin, Fólkaflokkurin, hevði afturgongd.

 

Og longu í gjárkvøldið varð greitt, at Heðin Mortensen verður nýggjur borgarstjóri í Havn. Javnaðarflokkurin fekk seks umboð vald, og hevði sostatt bara tørv á einum umboði aftrat fyri at tryggja sær meiriluta. Og hendan meirilutan tryggjaða einasta umboðið hjá Sambandsflokkinum, Anfinn Brekkstein, Heðini Mortensen longu um midnáttarleitið.

 

Møguleiki er fyri, at eisini Framsókn, við sínum eina umboði, verður við í nýggju samgonguni á Vaglinum í Havn.

 

Í Vági varð nýggj samgonga eisini skipað í gjárkvøldið uttanum Dennis Holm og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu nýggja samgongu við Bjarna Johansen sum nýggjum borgarstjóra.

 

Á Tvøroyri vann listin hjá Kristini Michelsen fýra umboð, meðan Javnaðarflokkurin fekk trý umboð, so lítil ivi er um, at Kristin Michelsen fer at halda fram sum borgarstjóri á Tvøroyri. Kristin Mikkelsen var eisini stóri atkvøðuslúkurin á Tvøroyri á valinum hesaferð.

 

Í Klaksvík er greitt, at nýggj samgonga verður skipað millum Fólkaflokkin, sum var stóri sigursharrin í gjár, og Sjálvstýrisflokkin. Og tað verður Fólkaflokkurin, sum fær borgarstjóran. Hvør hesin verður, er ógreitt enn, men maðurin við flestu atkvøðunum, Atli S. Justinussen, hevur fingið í boði borgarstjórasessin, men hann vildi fyrst sova uppá tað og eisini tosa við familjuna, áðrenn hann tók avgerð.

 

Tekur Atli S. Justinussen ikki av, verður tað Gunvá við Keldu, sum gerst borgarstjóri í Klaksvík næstu árini.