* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fleiri lond taka oljuinnflutning úr Iran uppaftur

Sambært Reuters-tíðindastovuni fyrireika oljureinsingarstøðir í Japan og Suðurkorea seg til, at londini aftur fara at innflyta olju úr Iran.

 

Í byrjanini av november fingu átta lond undantaksloyvi frá USA at innflyta olju úr Iran – til tey hava funnið nýggjan oljuútvegara.

 

Japan og Suðurkorea vóru millum teir fimm størstu ráoljuinnflytararnar úr Iran, áðrenn tey steðgaðu flutninginum í triðja ársfjórðingi í ár.

 

Sum skilst fara suðurkoreisku oljureinsingarverkini ikki at taka ímóti iranskari olju tað, sum eftir er av árinum, men fara væntandi aftur at taka ímóti olju úr Iran í januar ella februar mánaða næsta ár.

 

“Tey fara eftir besta prísinum og eru í samráðingum við Iran,” sigur ein kelda við Reuters.

 

Kelda: Shippingwatch