
Nýggjasta skipið hjá franska reiðarínum, CMA CGM, CMA CGM Louvre.
CMA CGM hevur givið fjórða av í alt níggju LNG-riknum bingjuskipum upp á 23.000 teu navn. Skipið hjá franska reiðarínum er smíðað á Jiangnan-skipasmiðjuni í Kina. Øll skipini vórðu bíløgd í 2017. Nýggjasti risin í røðini eitur CMA CGM Louvre.
CMA CGM hevur valt LNG sum brennievni til nýggju skipini á veg móti einari framtíð, har CO2-útlátið hjá flotanum skal heilt burtur. Franska reiðaríið hevur sett sær sum mál at vera CO2-nevtralt í 2050.
LNG-rikin bingjuskip minka CO2-útlátið við 20 prosentum í mun til vanligt brennievni, upplýsir reiðaríið.
Kelda: Maritimedanmark