* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reint hepni gjørdi, at tveir fiskimenn vórðu bjargaðir eftir at hava rikið fyri vág og vind í tríggjar vikur.

Fiskimenn róku fyri vág og vind í tríggjar vikur

Fríggjadagin í farnu viku bjargaði reikferðaskipið, Empress of the Seas, tveimum fiskimonnum, sum høvdu rikið á havinum fyri vág og vind í tríggjar vikur. Reikferðaskipið sigldi uttanfyri kubansku strondina, og hevði broytt kós orsakað av nógvum vindi.

 

Hevði Empress of the Seas ikki broytt kós, hevði manningin heldur ikki fingið eygað á neyðstaddu fiskimenninar.

 

Teir høvdu sett gørn uttanfyri Puerto Limon í Kosta Rika 1. desember. Tá teir settust at hvíla, meðan gørnini stóðu í sjónum, vaks hann vindin, og stormurin tók teir langt frá landi. Teir royndu at sigla afturáaftur til gørnini, men so mikið langt vóru teir riknir, at teir steðgaðu upp fyri brennievni. Síðani hava teir rikið fyri vág og vind í tríggjar vikur.

 

Teir høvdu bara mat og drekka við sær til sjey dagar, og teir vóru heilt illa fyri, tá Empress of the Seas tók teir upp.

 

Umborð á reikferðaskipinum vórðu teir lagdir á sjúkrastovuna til viðgerðar, og teir vórðu innlagdir á sjúkrahús í fyrstu havnini, komið var til, og tað var í Ocho Rios á Jamaica.

 

- Reint hepni, stýrdir av stjørnunum, Gud, kalla tað, hvat tú vilt, men veruleikin er tann, at hevði Empress of the Sea ikki broytt kós, so vórðu teir báðir fiskimenninir valla funnir á lívi, sigur James Van Fleet, veðurfrøðingur.

 

Kelda: Maritime Executive og CBSN


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=qTJfYABVOZY]
Sjónband um hendingina, tá tveir fiskimenn steðgaðu upp við báti sínum, og róku hjálparleysir á havinum í tríggjar vikur.