Fiskiflotin er alt ov stórur. Tað staðfestir Hans Ellefsen, PhD í fiskivinnubúskaparfrøði, sum tí hevur gjørt eitt øvilsi at finna fram til tað, ið hann nevnir ”optimala botnfiskaflotan”. Øvilsið er at finna útav, hvussu flotin kann tjena flestar pengar.

 

Hans Ellefsen tekur støði í tølum fyri 2010, tá trolararnir vóru 30 og línuskipini 16 í tali. Hetta árið høvdu hesir skipabólkar samanlagt 61 milliónir í undirskoti. Men við einum optimalum flota áttu hesir skipabólkar, sambært búskaparfrøðinginum, at havt eitt yvirskot á 376 milliónir krónur.

 

- Men at koma hertil krevur handling, staðfestir Hans Ellefsen, sum tí mælir til at skerja talið á skipum munandi.

 

Sambært útrokningum hjá búskaparfrøðinginum áttu trolararnir ikki at verið fleiri enn 11 í tali, meðan línuskipini bara áttu at verið fimm.

 

- Tað hevði minkað munandi um rakstrarútreiðslurnar, samstundis sum inntøkan hevði verið nærum tann sama, sigur Hans Ellefsen.

 

Modellið hevði tó kostað nógv arbeiðspláss. Í 2010 vóru 211 størv umborð á trolarunum og 221 umborð á línuskipunum. Við at fylgja modellinum høvdu hesi 432 størv minkað niður í 104.

 

- Ja, her høvdu verið 328 størv færri. Men yvirskotið í vinnuni hevði vaksið við 438 milliónum krónum um árið. Og tað eru also 1,3 millión krónur fyri hvønn fiskimann, sum gevst, sigur Hans Ellefsen.


Kelda: in.fo