* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tangaskipið, La Boheme.

Talan var um fimta álopið í bara seks dagar, tá sjórænarar í tveimum smærri bátum mánakvøldið lupu á tangaskipið, M/T La Boheme, í Guineavíkini. Tað skrivar Dryad Global. Leygarmorgunin gekk tað út yvir Torm Alexandra.

 

Skiparin á La Boheme gav manningini boð um at læsa seg inni í verjurúminum umborð, tá tveir smærri bátar við sjórænarum nærkaðust skipinum umleið 95 fjórðingar sunnanfyri Cotonou í Benin umleið kl. 21.30 mánakvøldið.

 

Skipið snaraði fleiri ferðir undan bátunum við sjórænarum, og endin var, at sjórænararnir mistu mótið og góvust, skrivar Dryad Global.

 

Sambært trygdarfelagnum sigla tvey ella fleiri móðurskip hjá sjórænarum í økinum sunnanfyri Cotonoy, ivaleyst við tí endamáli at ræna sjófólk og síðan krevja loysigjald.

 

Tað var í sama økinum, at sjórænarar leygardagin lupu á Torm Alexandra. Rænararnir rýmdu kortini, tá italska fregattin, ITS Martinengo, kom til hjálpar.

 

- Hóast sjórænararnir framvegis hava evnini og ætlanir um at leypa á størri skip, er mest sannlíkt, at smærri skip í alt størri mun hava áhuga hjá sjórænarum og tískil eru í størri vanda enn heilt stóru skipini.

 

Kelda: Dryad Global / Maritime Danmark