* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur er framvegis í Sinserity Ace.

Fimm sjófólk deyð í eldsbruna á bilfarmaskipi

Óttast verður fyri, at fimm sjófólk eru deyð í einum eldsbruna á bilfarmaskipinum, Sinserity Ace, sum er statt í Kyrrahavinum einar 1.800 fjórðingar í ein útnyrðing úr Hawaii.

 

16 av manningini eru bjargað á lívi av skipum, sum komu til hjálpar. Fólk hava sæð tríggjar sjómenn deyðar í sjónum, men enn hava tey ikki fingið fatur á deyðu monnunum. Aftrat teimum verður leitað eftur tveim sjófólkum, sum ikki eru komin afturíaftur.

 

Brennandi farmaskipið er so mikið langt úr landi, at tað ber ikki til at fáa hjálp frá bjargingartyrlum í leitiarbeiðinum.

 

Saman við reiðarínum er amerikanska sjóverjan í ferð við at leggja til rættis eina bjargingarætlan fyri brennandi skipið.

 

Kelda: Maritime Danmark