* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fimm reiðarí dømd í máli um tonnasjuskatt

 

Danska skattamálaráðið hevur í Eystara Landsrætti fingið viðhald í, at fimm reiðarí ikki vórðu rikin úr Danmark, hóast avtalur vóru gjørdar um lutvísa timechartering og lutvísa tekniska leiðslu.

Tey fimm feløgini høvdu øll fingið viðhald í Landsskattarættinum í uppáhaldinum um, at skip teirra luku grein 6, stk. 1, 2. pkt. í tonnasjuskattalógini, har treytin fyri at brúka tonnasjuskattaskipanina er, at skipini hjá reiðarínum ”handilsliga verða rikin úr Danmark”.

Skattamálaráðið legði tær fimm avgerðirnar fyri dómstólarnar við kravi um, at feløgini skuldu viðurkenna, at skattur teirra fyri 2009 varð ásettur sambært avgerðunum hjá SKAT, tvs. uttan brúk av reglunum í tonnasjuskattalógini. Feløgini kravdu at verða fríkend. Býarrætturin í Keypmannahavn vísti málið til Eystara Landsrætt, tí talan var um eitt prinsipielt mál.

Landsrætturin hevur nú givið Skattamálaráðnum viðhald í uppáhaldi tess um, at skattauppgerðin hjá teimum fimm feløgunum fyri 2009 ikki leyk tonnasjuskattalógina.

Kelda: kammeradvokaten.dk/maritimedanmark.dk