* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fíggjarhús væntar, at undirskotið hjá Mærsk 2. ársfjórðing í ár verður upp aftur størri enn í 1. ársfjórðingini. Hinvegin vænta greinarar, at úrslitið fyri 3. ársfjórðing verður betri.

Fíggjarhús: Mærsk fær undirskot í 2. ársfjórðingi í ár

Lágir bingjuprísir og hækkaðir bunkarprísir fara at geva Mærsk undirskot í øðrum ársfjórðingini í ár, væntar Jeffries.

 

Greinarar hjá fíggjarhúsinum, Jeffries, meta, at A.P.Møller-Mærsk fær eitt undirksot í rakstrinum (ebidta)upp á 136 milliónir dollarar annað kvartal í ár.

 

Fær Jeffries rætt í sínum metingum, er talan um verri úrslit fyri Mærsk 2. ársfjórðing í ár enn fyrsta ársfjórðing í ár. Tá var undirskotið 99 milliónir dollarar. Hinvegin verður mett, at komandi ársfjórðingur hjá Mærsk fer at síggja betri út.

 

Samanbera vit 2. ársfjórðing í ár við 2. ársfjórðing í 2017 sæst, at úrslitið hendan ársfjórðingin í 2017 var 426 milliónir dollarar í rakstraryvirskoti.

 

Jeffries lækkar eisini sína kursmeting av B-partabrøvunum hjá Mærsk úr 13.000 krónum niður í 11.500 krónur. Í løtuni verður partabrævið handlað fyri 7.732 krónur.

 

Kelda: Søfart