* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Higartil eru 29 ferðafólk funnin deyð eftir vanlukkuna í Indonesia, men fleiri eru ikki komin afturíaftur.

Ferjuvanlukka í Indonesia kravt 70 mannalív

Ein 48 metrar long ferja, sum var á veg til oynna Selayar í Indonesia, kom í illveður og rendi á eitt sker.

Í minsta lagi 41 fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir at ferjan rendi á eitt sker ella okkurt líknandi í illveðrinum týsdagin út fyri indonesisku oynna Selayar.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

139 fólk vóru við ferjuni og fleiri bilar, tá ein skaði á ferjuna fekk skiparan at sigla upp á turt einar 300 metrar frá fjøruni – fyri at sleppa undan at ferjan skuldi søkka.

69 fólk vórðu bjarga, men í minsta lagi 29 fólk eru funnin deyð.

Tann 48 metrar langa ferjan var á veg frá Sulawesi til oynna Selayar. Tað var á hesum túrinum, at hon kom í illveður við høgari aldi.

Sambært CNN Indonesia var eisini peningur umborð til eitt virði av 12,7 milliónum krónum. Peningurin skuldi nýtast sum bonus til almenn starvsfólk á Selayar. Bæði peningurin og teir báðir menninir, sum ansaðu peninginum, eru burtur.

Kelda: AFP, CNN Indonesia og Søfart