* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kavarar halda seg hava funnið orsøkina til, at ferjan, Amorella, strandaði við Ålandsoyggjarnar.

Kanningar av havbotninum uttanfyri Järsö á Ålandsoyggjunum vísa fyribils, at orsøkin til at ferjan, Amorella, strandaði, kann vera funnin. Ferjan var á veg úr Stokkhólmi til Turku í Finnlandi hin 20. september, tá hon strandaði.

 

“Kavarar hava funnið eitthvørt, men vit kunnu ikki við vissu siga enn, hvat tað er,” sigur kanningarleiðarin, Veli-Pekka Nurmi við Ålandstidningen.

 

Men tað, kavararnir hava funnið, kann hava ávirkað siglingarrennuna, har skipið strandaði.

 

Veli-Pekka Nurmi sigur, at tað fyribils sær út til, at eitthvørt er hent á botni, har okkurt hart úr náttúruni onkursvegna er endað í siglingarrennuni, har tað ikki eigur at vera.

 

Finska blaðið, Demokraatti, sigur seg vita, at tað snýr seg um ein tveir metrar høgan og fleiri metrar langan stein. Siglingarrennan hevur fyribils verið stongd til á middegi í dag.

 

207 ferðafólk vóru umborð, tá Amorella stutt fyri klokkan 12.00 sunnudagin 20. september rakti botn og fór at leka. Ferðafólkini vórðu tikin í land saman við 25 av teimum í alt 74 av manningini.

 

Ferjan kom hósdagin í farnu viku til Turku Repair-Skipasmiðjuna í Naantali, har skaðarnir verða kannaðir nærri.

 

Kelda: Sjøfartstidningen / Maritime Danmark