* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Avgjøldini í Kílarsiglingarveitini verða burturbeind restina av árinum.

Ferðslan minkar í Kílasiglingarveitini

Týska stjórnin hevur gjørt av at taka avgjøldini fyri at sigla gjøgnum Kílasiglingarveitina (Kieler Kanalen) burtur restina av árinum. Orsøkin er ógvusliga niðurgongdin í tali av skipum, sum hava siglt gjøgnum veitina, meðan koronakreppan hevur herjað.

 

Tað er serliga lági kostnaðurin á bunkarolju, sum rakar kappingarførið hjá Kílasiglingarveitini. Rutan norður um Skagen er bæði longri og minni umhvørvisvinarlig, men har eru eingi avgjøld.

 

Kieler-Canal Initiative, sum er ein áhugabólkur, sum skal tryggja framtíðina hjá Kílarsiglingarveitini, hevur saman við fimm norðurtýskum landslutum og týsku skipsmeklarafelagnum lagt trýst á stjórnina fyri at fáa avgjøldini burtur.

 

Og nú er tað eydnast.

 

“Burturbeiningin av  ferðsluavgjøldunum er eitt týdningarmikið stig at endurvinna kappingarførið hjá Kílarsiglingarveitini. Hetta er røtt avgerð – millum annað tí at meira enn 3.000 arbeiðspláss eru tengd at Kílarsiglingarveitini, og bara í havnini í Hamburg verða 51 milliónir tons løgd upp árliga,” sigur Jens Broder Knudsen, formaður í Kiel-Canal Initiative.

 

Kelda: Kiel-Canal Initiative og Maritime Danmark