* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd, sum er tikin úr bjargingartyrluni, men sum ferðafólkini ikki vildu fara í.

Ferðafólkini á ro-ro ferjuni, Baldur, vildu ikki hava hjálpina, sum ein bjargingartyrla annars bjóðaði teimum, eftir at ferjan, tey vóru við, brádliga fekk maskinskaða í ringum veðri á veg til Breiðafjørð í Íslandi hósmorgunin í farnu viku.

 

Kombineraða farma- og ferðafólkaskipið, Baldur, var á veg úr Stykkishólmi til Breiðafjørð, tá maskinan brádliga steðgaði, og skipið fór at reka við vindinum.

 

Eitt stórt fiskiskip tók ferjuna upp á sleip, og seinni kom eitt av skipunum hjá íslendsku Vaktar- og bjargingartænastuni eisini til hjálpar.

 

Ein tyrla varð send á staðið at taka ferðafólkini upp, men tey vildu heldur vera umborð, til 42 ára gamla ferjan kom í havn.

 

Kelda: Maritime Bulletin



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Y23czLECZSs]
Sjónbandaupptøkur úr tyrluni, sum ætlandi skuldi taka ferðafólk upp úr Balduri.