* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Munurin á livialdrinum á fátækum og ríkum er ikki so stórur sum higartil hildið.

Fátæk liva næstan líka leingi sum rík

Munurin á livialdrinum á fátækum og ríkum er minni, enn higartil hildið. Tað vísir gransking á Keypmannahavnar Universiteti.

 

Fyrrverandi granskingar hava annars víst stórar munir í livialdrinum tvørtur um inntøkubólkar. Trupulleikin er, at hædd ikki varð tikin fyri, at rík ikki altíð halda fram at vera rík, og at fátæk ikki neyðvendigvís er fátæk alt lívið.

 

Upplýsingar í Danmark vísa, at helvtin at fátækum í einum tíggjuáraskeiði fara at vinna meira pening, og tískil fara úr bólkinum við fátækravanda og stórum deyðleika.

 

Á sama hátt fellur helvtin at teimum ríku niður í fátækastu bólkarnar við stórum deyðleika.

 

Tað vísir ein útrokningarfrymil, sum tríggir granskarar á Centr for Economic Behavior and Inequalitu (Cebi) á Keypmannahavnar Universiteti hava gjørt.

 

- Í Veruliga heiminum førka fólk seg úr fátækradømi, og nøkur rík gerast fátækari, og tað ávirkar livialdurin, sigur Benjamin Ly Serena, sum er Phd-lesandi.

 

Fyrr varð mett, at munurin á livitíðini hjá ein 40 ára gomlum ríkum manni og einum fátækum 40 ára gomlum manni vóru 6½ ár.

 

Nýggju kanningarnar vísa, at munurin í Danmark er 2,4 ár og ikki 6,5 ár.

 

Kelda: Berlingske/ritzau