* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Faroe Petroleum funnið kolvetni í Noregi

Tað er saman við eysturríkska oljufelagnum, OMV, Spirit Energy og Statoil, at Faroe Petroleum aftur hevur funnið lovandi nøgdir av kolvetni á norska landgrunninum - 245 kilometrar norðanfyri Kristiansund.

 

Stjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, sigur eini fráboðan sambært e24.no, at hann er ógvuliga fegin og væl nøgdur, nú tey kunnu boða frá góða boriúrslitinum.

 

e24.no skrivar, at hetta seinasta boriúrslitið kemur aftrat einari røð av frálíkum úrslitum hjá smáum og miðalstórum oljufeløgum seinastu tíðina á norska landgrunninum.

 

- Fyri Statoil hevur úrslitið kanska ikki so stóran týdning, men fyri smærri feløg sum OMG og Faroe Petroleum hevur hetta nógv at siga, skrivar e24.no.

 

Faroe Petroleum eigur 20% av hesum leitiloyvinum, OMV eigur 30%, Statoil 40% og Spirit Energy eigur 10%.

 

Borað hevur verið við oljupallinum, Deapsea Bergen, og borðað varð niður á 4,5 kilometra dýpi frá.

 

Aftaná fráboðanina um úrslitið av oljuleitingini hækkaði virðið á partabrøvunum hjá Faroe Petroleum við 11% í London.


Kelda: e24.no