* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sementfarmaskipið Fjordvik liggur og berjist móti molanum við innsiglingina til Keflavíkar.

Farmaskip við sementi á land í Keflavík

Sement-farmaskipið, Fjordvik, rendi á molan við innsiglingina til Keflavíkar fríggjakvøldið í farnu viku. Manningin, sum taldi 14, og ein loðsur, vórðu bjargað upp í eina tyrlu.

 

Bjargingartyrlan tók tey 15 fólkini upp um 02.00-tíðina leygarnáttina.

 

Fjordvik liggur framvegis við molan, og har liggur skipið og slær ímóti grótinum. Fjølmiðlar á staðnum siga, at hol er komið í skipið, og at tað er farið at leka. Eini 100 tons av olju vóru umborð, tá óhappið hendi.

 

Royndir hava verið gjørdar at pumpa oljuna úr skipinum í oljutangar, men tað er miseydnaðist í fyrstu atløgu. Men mánadagin royndu tey við sterkari pumpum, og tá bar betur til. Tá fekst tað mesta av oljuni úr Fjordvik.

 

Havnarmeistarin í Keflavík hevur sagt, at verður sementfarmaskipið hálað leyst, kann tað ikki sleipast til bryggju í Keflavík, tí har er einasta havnin í Íslandi, sum letur brennievni til flogfør. Havnarmeistarin heldur vanda vera fyri, at okkurt gongur galið við sjálvum sleipinum, og tá kann Fjordvik far tvørt fyri, og typpa sjálva innsiglingina.

 

4.000 dwt sement-farmaskipið varð smíða í 1976.

 

Kelda: The Maritime Executive


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WwZ5I7Qr5Ms]
Sjónbandaupptøkur av Fjordvik, sum liggur strandað við innsiglingina til Kedflavíkar í Íslandi.