* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip til botns - 10 mans saknaðir

10 mans eru saknaðir, eftir at tvey farmaskip stoyttu saman út fyri Shanghai.

Tey bæði kinesisku farmaskipini upp á 1.500 dwt hvørt, ’Chang Ping’ og ’Xiwang 138’, stoyttu saman týskvøldið út fyri ferðamannahavnini Wusong í Shanghai. Tað skrivar The Maritime Executive.

Meðan ’Xiwang 138’ slapp frá hendingini uttan stórvegis skaða, fór ’Chang Ping’ stutt eftir samanstoytin til botns. Bjargingarfør bjargaðu trimum av manniningi á ‘Chang Ping', meðan 10 framvegis eru saknaðir.

Sambært óváttaðum upplýsingum var ’Chang Ping’ á veg úr Shanghai við 5.000 tonsum av stáli, sum er meira enn deyðvektskapasiteturin hjá skipinum.

‘Chang Ping’, ið er bygt í 1994 og siglir undir Sierra Leone-flaggi, er ogn hjá einum minni felag í Hong Kong. Seinastu trý árini hevur skipið verið hildið aftur tríggjar ferðir, eftir at eftirlitskanningar hava víst manglar, herundir trupulleikar við tættleikanum.

Kanningin av vanlukkuni heldur fram.

Kelda: soefart.dk